|
Skrivað hevur Terji S. Johansen
|
|
Hósdagin, 09 Septembur 2010 11:02 |

Trølla Pætur við allari familjuni & Kularøtur, hava stórt barnatiltak í varir í 1½ tíma. Tiltakið verður sama dagin sum konsertin hjá Bamses venner er seinni um kvøldið.
Eitt upplagt høvi at øll familjan fær ein hugnaligan dag. Fyrst saman til barnatiltakið og síðani tey eldru til ein sving om til góðu løgini hjá Bamses venner.
Kostnaðurin fyri barnatiltakið er bert 100 kr.
|
|
|
Skrivað hevur Thordur Thorsteinsson
|
|
Týsdagin, 07 Septembur 2010 20:32 |
Á Argjum
Leygardagin 11.09.2010
Kl.10:30 Pinkulingar: B36 a - ÍF a - EB/S a - AB a
Kl.12:00 Smápiltar : MB a - ÍF b - AB b - HB c
Mánadagin 13.09.2010
Kl.18:30 Unglingar AB - B68
Mikudagin 15.09.2010
Kl.18:00 1. deild menn AB - KÌ
úti á bygd
Leygardagin 11.09.2010
Kl.10:00 Pinkulingar AB b Fuglafjørð
Kl.10:00 Smápiltar AB c Klaksvík
Kl.11:00 Pinkur AB a Skála
Kl.11:00 Smápiltar AB a Eiði
Kl.12:00 Pinkur AB b Sørvág
Kl.13:00 Kvinnur ½ vøll AB Skála
Kl.15:00 1. deild menn TB - AB Tvøroyri
Kl.16:00 Smágentur AB Klaksvík
Týsdagin 14.09.2010
Kl.17:45 Vodafon Víkingur - AB Gøta |
|
Skrivað hevur www.ab.fo
|

Sum áður fráboðað hevur AB fingið Bamses Venner til Føroya at spæla til dans í ítróttarhøllini á Hálsi 25. september í ár. Hóast tað liggur eitt sindur frammi í tíðini, er longu nú møguligt at keypa atgongumerkir í forsølu.
Bamses Venner eru í løtuni meira populerir enn nakrantíð, millum annað tí at Flemming Bamse Jørgensen vann sendingina ”All Stars”, sum varð send á TV2 hvønn fríggjadag alt várið 2009. Teir hava í farna mánaða givið út eina nýggja fløga, har m.a. Kim Larsen, Poul Krebs, Ufo & Yepha og fleiri onnur hava gjørt løgini, so Bamses Venner eru super aktuellir í løtuni.
Eingin ivi um, at Bamses Venner vera enn meira populerir í 2010 enn nakrantíð áður. Teir hava áður verið í Føroyum og spælt til dans, men tað eru rættiliga nógv ár síðani. Føroyingar fáa so aftur nú møguleikan at síggja og hoyra Bamses Venner á palli, tá teir 25. september fara at spæla til dans í høllini á Hálsi í Havn.
Atgongumerkir kosta 300 krónur. Tey fáast nú til keyps í ACTIV í Broncks og ACTIV í Hornabø og hjá MAGN við Streymin og MAGN í Trongisvági.
Eisini ber til at keypa atgongumerki beinleiðis á nethandlinum hjá FSF.
TRÝST HER fyri at keypa atgongumerki á netinum. |
|
|
Skrivað hevur Ungdómsvenjarin
|
|
Mánadagin, 06 Septembur 2010 19:33 |
Fundurin verður ístaðin fríggjakvøldið 10/09-10 kl. 19.00
Allir venjarar hjá børnunum verða bidnir um at møta.
Heilsan
Ungdómsvenjarin.
|
|
Skrivað hevur Terji S. Johansen
|
|
Týsdagin, 31 August 2010 21:03 |
AB heimasíðan er nú at finna aftur, men koyrir við skerdan lut. Enn hevur tað ikki eyðnast at fingið veitaran at senda dagførda greinasavnið, av somu orsøk sær síðan út sum hon gjørdi fyri fleiri mánaðum síðani. Fyrivarni skal takast tá hugt verður eftir síðunum við venjingartíðum og telefonnummrun hjá venjarunum. Vit royna at dagføra tað sum skjótast.
Av tí at so long tíð er gingin og vit enn ikki hava fingið fatur á neyðugu upplýsninunum frá danska "webhotel" veitarinum, verður síðan fyribils løgd út sum hon er nú. |
|
|
|
|
|
|
JPAGE_CURRENT_OF_TOTAL |