Eftir at AB hevði tapt ein og spælt tveir javnleikar í venjingardystunum fyrr í ár, vóru menn uppsettir uppá at fáa fyrsta sigurin í ár móti HB.
Dysturin byrjaði væl fyri AB tí longu í 5 minutti kundi Martin Midjord leggja AB á odda 0 - 1. Málið kom eftir at Jákup Dam hevði havt eina roynd móti málið og endaði bólturin hjá Martin sum gjørdi skjótt av og setti bóltin í málið.
Eftir at AB hevði skora vakknaði HB og longu í 9 minutti javnaði Johan Eivind Mouritsen eftir at verjan hevði verið eitt sindur passiv.
Næstu 20 minuttirnar fekk AB ein forsmakk uppá hvat kann henda um ikki allir geva seg fult út á vøllinum í 1. deild. HB hevði hesa løtuna lætt spæl og var tað til tíðir sera gott spæl frá HB´sa síðu. Meðan tað hinvegin ikki gekk væl hjá AB, sum var rakt av nógvum persónligum feilum og passivum spælið.
HB legði seg á odda í 23 minutti og 17 minuttir seinni í 40 minutti kundi HB leggja seg á odda 3 - 1 uppá brotsspark. Øll málini hjá HB vóru gjørd av góða framherjanum Johan Eivind Mouritsen.
Tað síðsta málið var ergiligt tí AB var við at spæla seg inn aftur í dystin, men í 44 minutti kundi Jobin Drangastein minka um munin til 2 - 3. Hetta gav góðar vónir til seinna hálvleik og vóru allir menn samdir um at innsatsurin skuldi vera betri í seinna hálvleika og at arbeiðast skuldi fram móti einum sigri.
Tað var tí gleðiligt at AB longu í 52 minutti fekk javna við einum sera góðum málið av Danny Rasmussen, sum var spældur leysur av verjuni við einari langari sending av málverjanum Heðin Stenberg.
Hesa løtuna gekk væl hjá AB og í 62 minutti kundi Gunnar Haraldsen leggja AB á odda 3 - 4 eftir at hann var var spældur fríður av Fróða Stenberg. Gunnar fekk bóltin inni í brotsteiginum í vinstra borði, trekti til høgru og sneiddi ein HB´ara av og legði bóltin tyrgt í netið - sera gott mál.
Sjálvt um AB nú spældi mera direkta og útnyttaði sínar møguleikar, so sást sjánligt at HB hevði eitt sera gott bóltleikandi lið. HB kom nú eina løtu inn aftur í dystin og í 67 minutti javnaði HB eftir horna.
Ab helt tó framá við at spæla og í 73 minutti kundi vetereanurin Hans Jacob Thomsen leggja AB á odda eftir at Bogi á Borg hevði sent eitt fríspark innfyri.
Fleiri mál komu ikki í dystinum, hóast AB hevði einari 2 - 3 naskar royndir á málið avtrat við Jákupi Dam.
Alt í alt kann sigast sigurin var góður í dag sjálvt um spæli til tíðir ikki hekk so væl saman - hetta fer at koma teir næstu tveir venjingardystirnar áðrenn landskappingin byrjar.
Hagtøl frá dystinum:
HB - AB 4 - 5 (3 - 2):
0 - 1 Martin Midjord, 5 min
1 - 1 Johan Eivind Mouritsen, 9 min
2 - 1 Johan Eivind Mouritsen, 23 min
3 - 1 Johan Eivind Mouritsen, 40 min
3 - 2 Jobin Drangastein, 44 min
3 - 3 Danny Rasmussen, 52 min
3 - 4 Gunndar Haraldsen, 62 min
4 - 4 ?, 67 min
4 - 5 Hans Jacob Thomsen, 73 min
Liði:
Heðin Stenberg - Bartal Højgaard (Alexandur Samuelsen, 46 min), Teitur Jóanesarson, Bernhard Petersen (Esben Debess, 70 min), Gunnar Haraldsen (Martin Midjord, 75 min)- Brandur Heinason (Hans J Thomsen, 46 min), Sjúrður Ellefsen, Martin Midjord (Fróði Stenberg, 46 min), Jobin Drangastein, Bogi á Borg - Jákup Dam (Danny Rasmussen, 46 min/Jakup Dam, 75 min)
Dagsins leikari:
Jobin Drangastein, 7 stig
Sjúrður Ellefsen, 4 stig
Heðin Stenberg, 2 stig
Teitur Jóanesarson, 1 stig