| Vitjandi í dag: | 105 |
| Í gjár: | 209 |
| Hendan mánaðin: | 1765 |
| Ì ár: | 20879 |
| Samanlagt: | 65151 |
| Síðani: | 2009-08-05 |
| 1. deild menn fingu javnleik við Margáir |
| 1. Deild menn |
| Skrivað hevur Tummas Djurhuus |
| Sunnudagin, 07 Marts 2010 17:09 |
|
1. deild hjá AB spældi í gjár sín næsta venjingardyst í ár móti EB/Streymur við Margáir.
Spennandi var at síggja hvussu væl leikarar vóru fyri fysiskt nú kavin hevur viðvirka at tað primert hevur verið konditión og fysisk venjing á skránni higartil í ár.
AB liðið byrjaði dystin væl. Leikararnir høvdu tamarhald á dystinum og spældu seg til fleiri góðar málmøguleikar, tó uttan at tað eydnaðist at skora. Eftir at eitt av okkara álopum miseydnaðist, fór EB/Streymur í eitt kontra álop og uttan at vera pressaður av AB liðnum, kundi EB/Streymur leggja seg á odda 1 - 0 í 20 minutti. Longu í 23 minutti legði EB/Streymur seg á odda 2 - 0 og var talan aftur her um ein persónligan verjufeil, har vongurin hjá EB/Streymur heilt ótarnaður fær tíð og pláss undir málinum at leggja EB/Streymur á odda 2 - 0.
Hetta viðførdi at AB liðið bádliga gloymdi at spæla fótbólt og lat alt initiativi til EB/Streymur. Hesum takkaði mótstøðuliði fyri møguleikan og spældi AB liði av vøllinum restina av hálvleikinum. Takka verið einari góðum verju innsatsi frá verjuni og einum væl leikandi málmanni gjørdist hálvleiksstøðan ikki meiri enn 2 - 0.
Eftir at venjarin hevði givið leikarunum nøkur borgarlig orð í hálvleikinum, vóru allir menn samdir í at nú skuldi liði í at spæla fótbólt og sum minimum fara aftur til Havnar við einum javnleiki.
Korrigeringarnar og orðini hjá venjaranum sóðu út til at virka, tí talan var um eitt heilt hamskift lið sum fór á vøllin í 2. hálvleiki. AB liði sat á øllum allan seinna hálvleik og var spælið (serliga smáspælið) til tíðir sera gott, tá hugsa verður um at liði nærum ikki hevur vant við bólti enn í ár.
Liði var nú meira beinleiðis í spælinum, allir manns tóku lut í spælinum og vístu vilja og dirvi til at vinna dystin.
Hetta gav eisini úrslit, tí eftir eitt gott álop, har AB leikari í 63 minutti var feldur mitt fyri brotsteigin og var Fróði Stenberg settur at skjóta. Øll á Argjum vita at Fróði hevur góðan sparkiteknikk og tað vísti hann eisini til lýtar við at seta bóltin trygt í netið, tá hann við einum góðum skotið skrúvaði bóltin uppum manngarðin og dygst úti við stongina og í málið uttan nakran møguleika hjá málmanninum.
Hevði AB liði spælt væl áðrenn málið gekk enn betri eftir skoringina og setti AB liði enn meira ferð á spælið og longu í 65 minutti var Dan Petersen spældur púra leydar við einari sera góðari sending av Martini Midjord. Dan var ísakaldur frammanfyri málinum og legði bóltin trygt í netið til 2 - 2.
Nú var javnleikur og fyrsti málsetningur fyri 2. hálvleik náddur og nú fór AB liði eftir sigrinum. AB liði helt áfram við at leggja trýst á EB/Streyma liði sum til tíðir stóðu sum keylir á vøllinum. Tað áhaldandi trýsti á EB/Streymur gav eisini úrslit, tí í 75 minutti kundi Dan Petersen leggja AB á odda 3 - 2. Dan var sendur avstað í vinstra borði við einum innkasti av Bartali Højgaard og sum ein rættur áleypari setti Dan ferðina beinleiðis móti málinum og við einum sera góðum skotið úr spískum kundi hann leggja AB á odda fyri fyrstu ferð í dystinum.
AB helt áfram við tí góða spælinum, men eftir eitt horna, fekk EB/Streymur javna til 3 - 3 í 40 minutti eftir at eingin AB verjuleikari fekk rudda bóltin burtur.
AB helt tó fram við góða spælinum og síðsta stóra málmøguleika fekk Dan Petersen, tá hann var spældur púra fríður frammanfyri málinum, men í staðinfyri at skjóta bóltin í málið royndi eina lyfta bóltin uppum málmannin við hælinum og misseydnaðist hetta og fór tí AB aftur við einum javnleika - næstu ferð hevur Dan lova at hetta skal ikki endurtaka seg;)
Gott comeback og góð venjingarstøða Sjálvt um tað serliga í fyrra hálvleika sást at liði hevur havt lítla tíð at venja seg við nýggju spæliætlanina, so vísti liði sera góðan hugburð í seinna hálvleika og kláraðu at venda einum 0 - 2 til 3 - 2 áðrenn EB/Streymur aftur fekk javna. Hetta vísur styrki hjá liðnum at kunna koma inn og venda einum dysti á slíkan hátt sum liði vísti í gjár.
Harða venjingin fyrstu 2 mánaðirnar vísti seg eisini at vera sera eyðsýnt í seinna hálvleika, tí sum dysturin fráleið sást tíðuligani av AB liði orkaði væl betri enn mótstøðuliði og hevði tí orkuna at gjøgnumføra offensiva partin av upplegginum.
Eisini var seinni hálvleikur ein góð áminning á leikarar hvussu lítið egentligarni skal til fyri at fáa eitt gott úrslit um leikararnir á vøllinum arbeiða saman sum lið, hava vilja til at spæla fótbólt, tora og hava dirvi til at taka røttu avgerðirnar í leypi av einum dysti.
Hagtøl: EB/Streymur - AB 3 - 3 (2 - 0): 1 - 0 ?, 20 min 2 - 0 ?, 23 min 2 - 1 Fróði Stenberg, 63 min 2 - 2 Dan Petersen, 65 min 2 - 3 Dan Petersen, 75 min 3 - 3 ?, 85 min
Liði í dag: Heðin Stenberg - Jákup í Dali (Teitur Olsen, 40 min), Teitur Jóanesarson (liðsk.), Esben Debes, Bartal Højgaard - Brandur Heinason, Benjamin Petersen, Martin Midjord, Fróði Stenberg, Bogi á Borg (Oddmar Jacobsen, 20 min) - Dan Petersen
Dagsins leikari: Dan Petersen, 5 stig Teitur Jóanesarson, 3 stig Brandur Heinason, 1 stig Fróði Stenberg, 1 stig
|




















