|
AB-tíðindi
|
|
Skrivað hevur Sigmar Jacobsen
|
|
Týsdagin, 23 Februar 2010 13:36 |

AB-Cup 2010 er útsett til 20 mars vegna avslutning í hondbólti í yngru deildunum.
Maskinkoyring stuðlar AB-CUP 2010

Argja Bóltfelag fer aftur í ár at skipa fyri uttandurakapping í fótbólti fyri yngri deildir, sum ein liður í eini upphiting, áðrenn landskappingin av álvara fer í gongd í vár.
Kappingin, nevnd AB-Cup 2010, verður á vøllinum á Argjum, leygardagin 20. mars 2010.
Aldursbólkar, gentur:
Pinkur (f. 2000 – 02) Gentur 10-12 ár (f. 1998 – 99) Smágentur 12-14 ár (f. 1996 – 97) Gentur 14-17 ár (f. 1993 – 95)
Aldursbólkar, dreingir:
Smápiltar (f. 2000 – 01) Piltar (f. 1998 – 99) Smádreingir (f. 1996 – 97) Dreingir (f. 1994 – 95)
Tak tilmeldingarskjalið niður her
Kappingin verður leikt á ½ vølli, uttan pinkur og smápiltar, sum leika á ¼ vølli. 7-8 leikarar leika í senn á hvørjum liði, íroknað málmanni. Upp til 10 leikarar kunnu verða á hvørjum liði.
Vinnandi liðið fær steyp til ognar, umframt at nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir handað.
Møguleiki er hjá suðuroyar-liðum at gista í AB-húsinum, men má hetta avtalast frammanundan.
Kostnaðurin fyri hvørt liðið er kr. 400,00 og skal verða rindað áðrenn kappingin byrjar, á konto í Føroya Banka nr. 6460-408.279.8. Havi kvittan við.
Tilmelding er við at senda teldupost á
Denne emailadresse er beskyttet mod programmer som samler emailadresser. Du skal aktivere javascript for at kunne se adressen.
ella ringja til Fótbólts- & Trivnaðarnevndina á telefon 257245 (Jónas), 220304 (Valgerð), 227699 (Niels Chr.) ella senda fax. á 320292,
í seinasta lagi mikukvøldið 17. mars 2010, kl. 20,00.
Argja Bóltfelag kemur samstundis at hava páskareggja-tombola í AB-húsinum. Eisini verða pylsur, Pop Top, kaffi o.a. at fáa til keyps úr pylsuvogninum.
|