
Nú er avgjørt, at Bamses Venner koma til Føroya at spæla til dans í ítróttarhøllini á Hálsi 25. september í ár. Tað er Argja Bóltfelag, sum hevur fingið Bamses Venner hendavegin. Hóast tað liggur eitt sindur frammi í tíðini, verður skjótt byrjað at selja atgongumerkir í forsølu til dansitiltakið.
Bamses Venner eru í løtuni meira populerir enn nakrantíð, millum annað tí at Flemming Bamse Jørgensen vann sendingina ”All Stars”, sum varð send á TV2 hvønn fríggjadag alt várið 2009.
Í hesum døgum (februar 2010) kemur ætlandi út ein nýggj fløga, har m.a. Kim Larsen, Poul Krebs, Ufo & Yepha og fleiri onnur hava gjørt løg til fløguna, so eingin ivi um, at Bamses Venner eru super aktuellir í løtuni.
Síðani Bamses Venner byrjaðu í 1973, er hitt aftaná hitt skolað inn yvir Danmark, og hava frálíku løgini sanniliga eisini verið at hoyrt í Føroyum. Fyrst kom ”Go´Daw Do”, og stutt aftaná kom eitt av størstu hittunum hjá Bamses Venner nakrantíð: ”Vimmersvej”, umframt nógvir aðrir stórir slagarar, so sum ”I En Lille Båd Der Gynger”, ”Spil Whist Igen”, ”Venner Kom Og Se”, ”Tænker Altid På Dig”, ”Har Du Lyst”, ”Tre Tænder”, ”Jeg Elsker Når Ungerne Leger”, ”Elsker Kun Dig” og nógv onnur løg afturat, sum allir føroyingar kenna.
Í 1999 kom út eitt nýtt solo-útspæl frá Bamse ”Stand By Me”. Hetta var ein ensk fløga við løgum sum ”When A Man Loves A Woman”, ”Yesterday”, ”Words”, ”Wind Beneath Myu Wings”, Have I Told You Lately”, og nógvir aðrir klassikarar, sum var byrjanin til eina nýggja tíð hjá Bamse.
Í 2000 kom út fløgan ”For Altid” hjá Bamses Venner, har løgini ”Emma”, ”Der Er Bare Mig”, ”Ve´ Du Godt”, ”Arthur” og onnur eru við.
Í 2001 útkom enn ein solofløga við heitinum ”Always On My Mind”. Á fløguni vóru enn fleiri klassikarar enn á fyrru solofløguni hjá Bamse, so sum ”Brown Eyed Girl”, ”Woman”, My Girl”, ”Suzanne” og ”Wonderful World” fyri bert at nevnaa nøkur. Kombinatiónin av unikku røddini hjá Bamse og ein røð av øðrum donskum kendum sangarum var tað, í fløgukeyparin dámdi at hoyra.
Aftaná 2 útgávur frá Bamses Venner í 2003, m.a. ”Rolig Nu” og ein útgáva við ”30 Af De Bedste” sangum ígjøgnum tíðina, gav Bamse triðju solofløgu sína út í november 2005 við heitinum ”Be My Guest”, har tað eydnaðist honum at savna ein røð av góðum sangarum.
Hetta bleiv ein framúr útgáva við løgum sum ”This Is My Life” við Kim Larsen, ””When I Fall In Love” við Mariu Carmen Koppel, ”Smoke Gets In Your Eyes” við Lars H.U.G., ”True Love” við Lis Sørensen, ”Lady Lady, Lay” við Poul Krebs, ”Something” við Cæcillie Norby, ”Together Again” við Peter Belli og nógv, nógv onnur.
Henda fløguútgávan var so mikið nógv seld, at Flemmin Bamse Jørgensen og hini á fløguni fekk dubult platin heiðursløn fyri nógvu søluna.
Í oktober 2006 vóru Bamses Venner aftur aktuellir við nýggju fløguni ”Kysser Dem Vi Holder A”. Á fløguni er m.a. megahittið ”Klip I Mit Kørekort” og fyrsti golfsangurin í Danmark ”Køllen Og Jernet”.
Í november 2007 gav ein sera vælupplagdur Flemming Bamse Jørgensen út fløguna við tulkingum av Elvis-balladum, ”Love Me Tender”, har hann leggur rødd og egna tulking til hesa stemningsfullu balladu, sum var á skránni hjá Elvis í sjeytiárunum. ”And I Love You So” er heitið á lagnum, sum í versiónini hjá Bamse er úrslitið av einari ferð til USA – Memphis og Nashville – har hann eisini spældi inn 14 framúrskarandi balladur, sum upprunaliga fóru framførdar av Elvis.
Eingin ivi um, at Bamses Venner vera enn meira populerir í 2010 enn nakrantíð áður. Teir hava áður verið í Føroyum og spælt til dans, men tað eru rættiliga nógv ár síðani. Føroyingar fáa so nú aftur møguleikan at síggja og hoyra Bamses Venner á palli, tá teir 25. september fara at spæla til dans í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
Forsøla av atgongumerkjum byrjar longu ein av komandi døgunum, og verður í næstum kunnað um, hvar atgongumerkini fáast.