|
Smápiltar
|
|
Skrivað hevur Kristian Dahl
|
|
Hósdagin, 21 Januar 2010 17:51 |
AB hevur seinastu mánaðirnar tíverri ongan fótbóltsvenjara haft til smápiltarnar, sum ganga í 1. flokki. Vit hava tó nú funnið eina fyribilsloysn, soleiðis at smápiltarnir kunnu byrja at venja. Tað er Allan Dybczak, sum fer at venja smápiltarnar fyrstu tíðina, men hann hevur tíverri ikki møguleika at halda fram longur enn hesa fyrstu tíðina.
Byrjað verður við innanduravenjing í fimleikarhøllini í skúlanum fríggjadagin 22. januar kl. 16.00. Vant verður hvønn fríggjadag kl. 16.00 – 17.00 innandura. Liðið eitur Smápiltar D.
Sum nevnt er hetta bert ein fyribilsloysn, og tørvar okkum venjara at taka sær av smápiltunum í 1. flokki. Eisini tørvar okkum venjara at standa fyri einum liði við smápiltum undir skúlaaldur. Vit vilja tí heita á foreldur og onnur um at siga okkum frá, um áhugi skuldi verið fyri at vera venjari hjá onkrum av hesum smápiltaliðum. Ongar fortreytir eru neyðugar. 2 pápar kunnu t.d. taka seg saman og vera felags um eitt lið.
FSF skipar fyri einum B1 byrjunar-venjaraskeiði í vikuskiftinum 5. – 7. februar. Skeiðið er ætlað foreldrum og øðrum, sum ætla at hjálpa fótbóltsfeløgunum við at venja yngru deildirnar. Eitt sera gott skeið, har møguleiki at fáa eitt sindur av grundvitan um at vera venjari. Les meira um skeiðið við at trýsta her.
Vónandi bjóðar onkur seg fram at vera venjari, so vit kunnu skapa góðar karmar fyri tey ungu í Argja Bóltfelag. Uttan tykkara hjálp, ber einki til.
Ynskja tit at vita meira ella at bjóða tykkum fram, so ring ella skriva til samskiparan hjá AB, tlf. 731965, teldupostur
Denne emailadresse er beskyttet mod programmer som samler emailadresser. Du skal aktivere javascript for at kunne se adressen.
|