Tá stuðulsrenningin var í heyst, vóru rennararnir og tey, sum stuðlaðu, við í lutakasti um nakrar góðar vinningar.
Vinnararnir vóru hesir:
Rennarar:
Jens Aksel Thomsen, Piltar B, hevur vunnið 1 gávukort á 1.000,- kr.
Eyðolvur Vang Dalsgarð, Smápiltar E, hevur vunnið 2 biografbillettir v/poppkorn og sodavatn afturvið.
Poli B. Nólsoy, Smápiltar D, hevur vunnið 2 biografbillettir v/poppkorn og sodavatn afturvið.
Hallur Andreassen, Piltar B, hevur vunnið 1 kassa av sodavatni
Rói Zachariasen, Piltar A, hevur vunnið 1 kassa av sodavatni.
Tey, ið teknaðu seg fyri stuðul, vóru eisini við í lutakastinum, og var vinnarin hesin:
Eydna Norðberg, Reynsgøta 8, hevur vunnið 1 ferðaseðil frá Atlantflog.
Tað liðið, sum savnaði flest oyru pr. metur í miðal pr. rennara, hevur vunnið eitt kvøld út at bowla við onkrum til matna afturvið.
Vinnaraliðið gjørdist Piltar B (2009).
Vit takka øllum spælarunum, sum vóru so raskir at finna sær stuðlar til renningina. Vit takka somuleiðis øllum teimum, sum teknaðu seg fyri at stuðla rennarunum. Innkomni peningurin fer beinleiðis til liðið hjá rennaranum sjálvum, sum útvegaði stuðulin.
Vinarligast
Argja Bóltfelag