|
Smápiltar
|
|
Skrivað hevur Kristian Dahl
|
|
Mikudagin, 06 Januar 2010 09:48 |
Smápiltarnir í 3. flokki, har Andrass Petersen og Martin Mørk eru venjarar eita nú Smápiltar A.
Smápiltarnir í 3. flokki, har Jan Petersen er venjari, eita nú Smápiltar B.
Smápiltarnir í 2. flokki (sum hava verið D) eita nú Smápiltar C. Teir hava fingið nýggjan venjara. Tað er Johnny Poulsen, sum hevur játtað at venja liðið hetta kappingarárið. Smápiltar C byrja at venja uttandura hvønn mánadag og mikudag kl. 17.00 - 18.00. Fyrstu ferð mánadagin 11. januar.
Smápiltarnir í 1. flokki og smápiltar undir skúlaaldur hava vit tíverri ongan venjara funnið til í løtuni. Vit leita eftir venjara, og vit heita á foreldur ella onnur um at gera vart við seg, um tey kundu hugsað sær at hjálpt til við at venja hesar smápiltarnar. Tað krevjast ongar fortreytir og vit taka fegin ímót allari hjálp. FSF hevur venjaraskeið fyri byrjarar 5.-7. februar og er skeiðið ætlað foreldur og onnur, sum á ymsan hátt hjálpa til. Vinarliga sigið frá til samskiparan, Kristian Dahl, tlf. 731965, um tit eru áhugaði. Vit eru hørm um, at hesir smápiltarnir ikki sleppa at venja í løtuni, so vit vóna, at ein loysn finst heilt skjótt.
|