|
AB-tíðindi
|
|
Skrivað hevur Kristian Dahl
|
|
Týsdagin, 05 Januar 2010 10:18 |
Tvey B1-venjaraskeið verða fyrst í komandi ári. Skeiðini verða vikuskiftini 22.-24. januar og 5.-7. februar. Fyrra skeiðið er tó einans fyri kvinnur. Skeiðini verða hildin í FSF-húsinum.
B1 er byrjunarskeið hjá teimum, sum ætla at útbúgva seg á venjaraøkinum. Tað er tó eisini ætlað foreldrum og leiðarum, sum á ymiskan hátt ynskja at hjálpa til í felagnum, eitt nú við venjing av teimum yngru leikarunum.
AB heitir á foreldur, sum kundu hugsað sær at tikið eina hond í við at venja yngru liðini hjá felagnum, um at gera vart við seg. At fara á venjaraskeið eitt vikuskifti er sera læruríkt og gevur góðan førleika til at vera við til at venja yngru liðini.
At fara á venjaraskeið merkir ikki, at man skal vera “høvuðsvenjari” hjá nøkrum liði. Vit hava nógv brúk fyri foreldrum ella øðrum, sum kunnu vera hjálparvenjarar ella sum kunnu vera við av og á, tá liðini venja. Til tess krevst ikki tann stóri fótbóltskunnleikin, so eingin skal halda seg aftur av teirri orsøk.
Minnist til, at uttan tykkara hjálp kann felagið ikki halda hjólini malandi.
AB rindar kostnaðin fyri tey, sum fara á venjaraskeið. Áhugaði kunnu fáa meir at vita ella melda til luttøku á skeiðnum við at senda teldupost til
Denne emailadresse er beskyttet mod programmer som samler emailadresser. Du skal aktivere javascript for at kunne se adressen.
ella ringja ella smsa til samskiparan Kristian Dahl, tlf. 731965.
Á heimasíðuni www.fsf.fo sæst meira um venjaraskeiðið.
|