Eingin fótbóltsdystur verður avgreiddur, uttan at dómari er á vøllinum. Í Vodafonedeildini, 1. deild, 2. deild, unglingadeildini og 1. deild kvinnur er tað FSF, sum setir dómararnar. Í øllum hinum deildunum er tað heimaliðið sjálvt, sum skal seta dómarar til allar dystirnar.
Øll feløgini hava skyldu til at hava nakrar útbúnar dómarar tøkar hjá FSF at seta til at døma dystir í omanfyri nevndu deildunum. Fyri at gerast FSF dómari, krevst at ein hevur verið á dómaraskeiði.
AB hevur fleiri útbúnar dómarar. Í fjør vóru teir 10 í tali hjá AB, sum høvdu útbúgving sum FSF dómarar. Komandi kappingarár eru 8 av teimum, sum halda fram sum dómarar. Vit hava tó tørv á enn fleiri dómarum, og eru øll vælkomin at bjóða seg fram sum dómarar.
FSF skipar fyri dómaraskeiðum í vár. Skeiðið er eitt grundskeið, sum tekur eitt vikuskifti. Á skeiðnum lærir man allar grundreglurnar í fótbólti. Skeiðið endar við einari lítlari próvtøku, sum gevur prógv sum FSF dómari. Tá man hevur luttikið á hesum skeiðnum, kann man vera linjuverji og dómari í dystum hjá 1. deild kvinnum og upp til 2. deild hjá monnum.
Skeiðið er ikki so ringt, og øll klára próvtøkuna, um man annars hevur fylgt við á skeiðnum.
FSF dómararnir fáa løn fyri at døma dystir, og er hetta tí ein fínur møguleiki at vinna sær nakað av lummapeningi. FSF dómarar fáa, umframt pening fyri at døma, eisini egin dómaraklæðir.
Fleiri av ungu spælarumum hjá AB vóru á dómaraskeiði í fjør. Fleiri av teimum halda fram at døma hetta kappingarárið. Talan er um Kristin Háberg, Karstin Højgaard, Áki Dahl og Benjamin Petersen og Heri Arge.
Umframt hesar ungu dómararnar, hevur AB eisini nakrar “gamlar” dómarar, sum enn eru aktivir. Tað eru Thorvald Petersen, Johan Stenberg og Jákup Stenberg, sum allir hava verið dómarar í fleiri ár.
Teir halda allir, at tað er stuttligt og læruríkt at vera á dómaraskeiði og at døma dystir. “Man lærir allar reglurnar væl, og tað kann man eisini brúka, tá man sjálvur spælir dyst”, siga teir. “Man skilir sjálvur dómaran betri, tá hann dømir. Nógvir spælarar, sum brokka seg yvir fyri dómaranum gera hetta, tí spælararnir ikki kenna reglurnar til fulnar, sum dómarin dømir eftir”.
Teir siga eisini, at tá man sjálvur dømir ein dyst, kemur tað fyri at áskoðararnir rópa eftir dómaranum og kritisera hann. Hetta skal man bara ikki taka so tungt, tí oftast er tað áskoðarin, sum als ikki kennir reglurnar nóg væl. Tá man hevur verið á skeið, veit man nógv betur, hvat er rætt og skeivt.
Hesir FSF-dómararnir hjá AB kunnu tí viðmæla øllum at fara á dómaraskeið. AB rindar kostnaðin av skeiðnum og sum sagt, fáa FSF-dómarar pening fyri at døma dystirnar. Hetta er eisini vert at hava í huganum, um onkur skuldi verið áhugaður at fara á dómaraskeið.
AB vónar, at fleiri fara at vísa áhuga fyri at fara á dómaraskeið. Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum, yngri sum eldri, til at døma allar teir mongu dystirnar, sum skulu spælast í kappingarárinum.
Thorvald Petersen hjá AB hevur við dómararnar at gera. Tey kunnu ringja til hansara á tlf. 224325, sum vilja vita meira um dómarayrkið, ella sum hava hug at fara á dómaraskeið.

Dómararnir hjá AB, aftast f.v.: Thorvald Petersen, Johan Stenberg, Heri Arge og Jákup Stenberg
Fremst f.v.: Kristin Háberg, Karstin Højgaard og Áki Dahl. Benjamin Petersen vantar á myndini