Lennard Pedersen, venjari, og Hans Eivind Olsen, hjálparvenjari, halda fram komandi kappingarár at venja kvinnuliðið hjá AB.
Ikki kann sigast annað, enn at tað hevur gingið gott hjá kvinnuliðnum við teimum báðum sum venjara. AB vann sum kunnugt steypakappingina og bleiv nr. 2 í føroyameistarakappinigni. Kvinnurnar hava verið væl nøgdar við venjararnar, og AB hevur tí gjørt sáttmála við teir báðar um at halda fram komandi kappingarár.
Kvinnurnar byrja at venja mánadagin 4, januar kl. 19.30, og eru allar áhugaðar fótbóltskvinnur vælkomnar at møta upp til venjing hjá AB. Um onkur hevur okkurt at spyrja um, kann ringjast til Lennard á tlf 731978.
Andrass Drangastein, formaður hjá AB, er fegin um, at Lennard og Hans Eivind halda fram at venja kvinnurnar. "Vit hava eitt fantastiska gott kvinnulið, og eru vit stoltir av teimum", sigur Andrass. "Vit eru glað um, at Lennard og Hans Evind vilja halda fram sum venjarar, og vit hava góðar vónir til kvinnuliðið hjá okkum komandi ár. Tað er stuttligt at síggja, hvussu væl kvinnurnar trívast á liðnum, og tað er okkara vón, at flestu teirra halda fram komandi kappingarár", sigur Andrass Drangastein.

Kvinnurnar, tá tær gjørdust steypavinnarar 2009