|
Piltar
|
|
Skrivað hevur AB
|

Síðani tíðliga í summar hava fleiri ungir leikarar hjá AB piltum og smádreingjum verið við til talentvenjingarnar hjá FSF fyri miðøkið, har leikarar frá AB, B71, HB og B36 hava luttikið. Frá AB vóru fimm dreingir úttiknir til talentvenjingar. Fýra úr piltum og ein úr smádreingjum. Tilsamans, úr áðurnevndu feløgunum, vóru uml. 30 dreingir úttikinir til venjingarnar í miðøkinum.
Dreingirnir í piltadeildini vóru: Jógvan Jóannesarson, Teitur Olsen, Jóni Guttesen Viderø og Bjarni Skála. Úr smádreingjum var Kristian Olivarsson úttikin. Dreingirnir úr AB hava klárað seg væl og ikki smædst burtur ímillum dreingirnar úr hinum feløgunum.
Serliga væl hevur tó gingist hjá einum av dreingjunum úr AB, Bjarna Skála, ið kláraði royndina til bronsumerkið. Hetta gjørdi hann saman við fýra øðrum dreingjum úr piltadeildini, einum úr B36, einum úr HB og tveimum úr B71.
Hetta er fyrstu ferð at skipað er fyri roynd til bronsumerkið. Tá ið royndin til bronsumerkið er klárað, er møguleiki fyri at royna royndina til silvurmerkið, og tá tann royndin er klárað, er møguleiki fyri at royna royndina til gullmerkið. Royndin til bronsumerkið gongur í stuttum út uppá at skalla, skjóta, dribla, avlevera, finta og venda á ymsan hátt. Bjarni fekk eitt prógv sum viðurkenning, at royndin var klárað.
Umframt hetta fingu Bjarni og tveir aðrir dreingir úr piltadeildini frá ávíkavist B36 og B71 eisini eitt heiðursprógv og eitt steyp frá venjaranum Eli Hentze. Hetta fyri dugnaskap, samstarv og menning.
Um talentvenjingarnar sigur Bjarni, "at tær hava verið harðar og sera gevandi". Bjarni heldur, at hann hevur fingið sera nógv burturúr venjingunum, og at hann hevur ment seg nógv sum fótbóltsleikara. Serliga við at koma burturúr trongum støðum og at velja góðar loysnir. Bjarni hevur bert rósandi orð at bera venjaranum fyri talentvenjingunum, Eli Hentze, ið Bjarni heldur dugir væl innan øll øki í fótbólti.
Bjarni vil at enda takka sínum liðfeløgum og venjarum í AB, Jóannes og Gunnar, fyri eitt gott kappingarár og ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
Argja Bóltfelag vil ynskja Bjarna tillukku við heiðrunum.

Ein fegin Bjarni Skála við heiðursprógvi og steypi.
|