|
Skrevet af Terji S. Johansen
|
|
Mánadagin, 08 Februar 2010 23:39 |
|

(mynd: tilvildarlig mynd)
Besta mannsliðið hjá okkum spælir venjingardyst í annaðkvøld (týskvøldið) kl. 18:00 ímóti HB. Dystur verður spældur á niðara vølli í Gundadali. |
|
Skrevet af Kristian Dahl
|
|
Sunnudagin, 07 Februar 2010 21:31 |
|
 Nú er avgjørt, at Bamses Venner koma til Føroya at spæla til dans í ítróttarhøllini á Hálsi 25. september í ár. Tað er Argja Bóltfelag, sum hevur fingið Bamses Venner hendavegin. Hóast tað liggur eitt sindur frammi í tíðini, verður skjótt byrjað at selja atgongumerkir í forsølu til dansitiltakið
Bamses Venner eru í løtuni meira populerir enn nakrantíð, millum annað tí at Flemming Bamse Jørgensen vann sendingina ”All Stars”, sum varð send á TV2 hvønn fríggjadag alt várið 2009.
Í hesum døgum (februar 2010) kemur ætlandi út ein nýggj fløga, har m.a. Kim Larsen, Poul Krebs, Ufo & Yepha og fleiri onnur hava gjørt løg til fløguna, so eingin ivi um, at Bamses Venner eru super aktuellir í løtuni.
|
|
Les meira…
|
|
|
Skrevet af Terji S. Johansen
|
|
Hósdagin, 04 Februar 2010 18:33 |
|

(á myndini: Frá vinstru, Asta Magnussen, Olga Kristina Hansen, Steintóra Joensen.)
3 leikarar av besta kvinnuliðnum hjá AB eru úttiknar at luttaka við A-kvinnulandsliðnum á Algarve Cup í Portugal. Tær tríggjar eru Asta Magnussen, Steintóra Joensen og Olga Kristina Hansen. Kappingin fer fram í døgunum 21. februar til 4 mars 2010. Londini í luttaka í kappingini eru Føroyar, Portugal, Eysturríkið og Rumenia.
Tað er gleðiligt at fylgja jaligu gongdini í kvinnudeildini hjá AB.
Heimasíðan ynskir teimun 3 tillukku við úttøkuni og vóna at úrslitið verður gott í Portugal. |
|
Skrevet af Kristian Dahl
|
|
Hósdagin, 28 Januar 2010 21:47 |
|
Gentur 10-12 flyta venjingartíðina fra mánadegi til týsdag. Venjingartíðirnar hjá teimum eru sostatt týsdag og hósdag kl. 16.00 - 17.00. Venjarar eru Durita Dalsgarð og Sigrid Olsen. Allar gentur føddar 1998 og 1999 eru vælkomnar at møta á vøllinun til venjing nevndu dagar. |
|
Skrevet af Kristian Dahl
|
|
Hósdagin, 21 Januar 2010 18:00 |
|
FSF skipar fyri B2 venjaraskeiði vikuskiftini 12. - 14. og 20. - 21. februar. Skeiðið er ætlað teimum, sum hava verið á B1 venjaraskeið og ynskja at útbúgva seg víðari innan venjarayrkið.
Les meira um skeiðið á heimasíðuni hjá FSF, trýst her.
Tey, ið ynskja at luttaka á skeiðnum, kunnu siga frá til samskiparan hjá AB. Tilmeldingarfreistin er 5. februar 2010. |
|
|
Skrevet af Terji S. Johansen
|
|
Mánadagin, 01 Februar 2010 22:26 |
|

Fótbóltstíðarritið hjá UEFA, hevði herfyri eina grein um Monu Breckmann sum vit kenna frá 1. deildarliðnum hjá kvinnunum. Hon fór her fyri til Týsklands at royna seg sum yrkisleikari. Greinin ber yvirskriftina "Fyrsti Føroyski kvinnuleikarin, íð er blivin yrkisleikari á Evropeiska meginlandinum".
Føroyski kvinnulandsliðsvenjarin sigur ímillum annað í greinini "Mona er ein sterkur framherji, hon er skjót og hevur eitt kraftmikið og gott skot. Týðningarmest av øllum so hevur hon rætta hugburðin, íð skal til tá íð ein íðkar ítrott. Mona er ein fyrimynd fyri aðrar Føroyskar fótbóltsleikarar.
Sigast má at um ein hyggur at restini av innihaldinum av tíðarritinum so er Mona komin í gott selskap.
Til ber at lesa greinina á enskum við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
Les UEFA tíðarritið
|
|
Skrevet af Kristian Dahl
|
|
Hósdagin, 21 Januar 2010 17:51 |
|
AB hevur seinastu mánaðirnar tíverri ongan fótbóltsvenjara haft til smápiltarnar, sum ganga í 1. flokki. Vit hava tó nú funnið eina fyribilsloysn, soleiðis at smápiltarnir kunnu byrja at venja. Tað er Allan Dybczak, sum fer at venja smápiltarnar fyrstu tíðina, men hann hevur tíverri ikki møguleika at halda fram longur enn hesa fyrstu tíðina.
|
|
Les meira…
|
|
Skrevet af Kristian Dahl
|
|
Mikudagin, 20 Januar 2010 20:51 |
|
Gentur 10-12 hava fingið nýggjar venjarar. Tað eru Durita Dalsgarð og Sigrid Olsen, sum fara at venja genturnar. Venjingartíðirnar eru mánadag og hósdag kl. 16 - 17.
Venjingin hjá Gentum 10-12 byrjar mánadagin 25. januar á vøllinum inni í Vika.
Gentur 10-12 eru føddar í 1998 og 1999.
Hevur onkur spurningar, ber til at ringja til Duritu, tlf. 258837 og Sigrid, tlf. 262536.
|
|
|
|
|
|
|
JPAGE_CURRENT_OF_TOTAL |